Høgni heldur røðu í Runavík

Nes Sóknar Musikkfelag spælir undir flagdagshaldinum úti við Skótahúsið við Løkin

Flaggdagshaldið í Runavíkar kommunu verður við Skótahúsið við Løkin klokkan 14 í dag.

 

Tað verður Høgni Hoydal løgtingsmaður, sum fer at halda flaggrøðuna, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla.

 

Ítróttarfólk og skótar verða biðin um at møta kl.13:30 við Skúlan við Løkin, haðani tey fara at ganga skrúðgongu út til skótahúsið.

 

Aftaná flaggdagshaldið bjóðar kommuna ein drekkamunn inni í skótahúsinum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!