Aftast: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Beinir Bergsson, Niels Jákup Thomsen, Hjalmar P. Petersen, Bergur Rasmussen, Sigmund Jógvansson Fremst: Iben Nyholm Debess, Sanna A. Dahl, Edny Poulsen, Solby A. Christiansdóttir, Sonja Winthereig (Lena Reinert vantar á myndini)

Beinir Bergsson er nýggjur formaður í Málráðnum

Nýtt Málráð sett fyri 2025-2029: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur tilnevnt nýtt Málráð frá 1. august 2025 til 31. juli 2029.

Aftast: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Beinir Bergsson, Niels Jákup Thomsen, Hjalmar P. Petersen, Bergur Rasmussen, Sigmund Jógvansson Fremst: Iben Nyholm Debess, Sanna A. Dahl, Edny Poulsen, Solby A. Christiansdóttir, Sonja Winthereig (Lena Reinert vantar á myndini)

Hesi eru tilnevnd:

 

Beinir Bergsson, MA í týskum máli og bókmentum, BA í ritlist, rithøvundur og týðari, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt hann til formann.

 

Lena Reinert, BA í føroyskum, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini. Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt hana til næstforkvinnu.

 

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókamiðsøluni, fyrrv. lærari og stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, valdur av landsstýrismanninum.

 

Iben Nyholm Debess, MA í málvísindum, ph.d.-vísindastarvsfólk og samskipari á Máltøknideplinum, vald av landsstýrismanninum.

 

Hjalmar P. Petersen, Dr.phil., professari í málvísindum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

 

Sigmund Jógvansson, MA í føroyskum, lærari, eftir tilmæli frá Felagnum Føroyamál.

 

Sonja Winthereig, MA í føroyskum, hjánám í russiskum, námsætlanarstarvsfólk á Námi, eftir tilmæli frá Námi.

 

Edny Poulsen, sernámsfrøðiligur ráðgevi í teknmáli (tekn til talu), teknmálstulkur, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum og HOYR.

 

Sanna A. Dahl, MA í bókmentavísindum, BA í íslendskum, hjánám í føroyskum, ritstjóri, eftir tilmæli frá Navnanevndini.

 

Bergur Rasmussen, lærari, rithøvundur og týðari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.

 

Solby A. Christiansdóttir, BA í føroyskum, journalistur, eftir tilmæli frá Mentanargrunni Landsins.

Sambært lógini um málráð tilnevnir landsstýrismaðurin ellivu umboð í Málráðið, sum skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Við hesi skipan verður tryggjað, at Málráðið er breitt og umboðar ymiskar fatanir.

 

Limirnir í Málráðnum verða tilnevndir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar tilnevnir landsstýrismaðurin forfólk og næstforfólk. Í hesum setanarskeiði hevur Eirikur í Jákupsstovu tilnevnt Beinir Bergsson til formann og Lenu Reinert til næstforkvinnu. Lena Reinert og Bergur Rasmussen hava sitið eitt skeið frammanundan, annars eru allir limirnir nýggir.

 

Landsstýrismaðurin hitti nýggja Málráðið á fundi í Almanna- og mentamálaráðnum 13. august. Hann fegnaðist um tey stóru tøkini, ið eru tikin undanfarnu árini, har m.a. Stavsetingarorðabókin og nýggj heimasíða komu undir land.

 

Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, undir hesum føroyska teknmálið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.

 

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

 

Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum.

 

Aftast: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Beinir Bergsson, Niels Jákup Thomsen, Hjalmar P. Petersen, Bergur Rasmussen, Sigmund Jógvansson Fremst: Iben Nyholm Debess, Sanna A. Dahl, Edny Poulsen, Solby A. Christiansdóttir, Sonja Winthereig (Lena Reinert vantar á myndini)