Vinnarauppskotið til Kampus ætlanina: Tað var Sp/F Henning Larsen North Atlantic við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti í Gøtu, sum vann arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya

Ætlanir um at byggja lestrarbústaðir til 900 fólk

Tórshavnar býrað skal nú finna eina staðseting til bygging av einum lestrar heimi til umleið 3-400 lesandi.

Vinnarauppskotið til Kampus ætlanina: Tað var Sp/F Henning Larsen North Atlantic við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti í Gøtu, sum vann arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya

Á býráðsfundi í Havn í gjár viðgjørdi býráðiði eitt mál um at bygga lestrarbústaðir í Havn.

Fróðskaparsetur Føroya hevur sett niður arbeiðsbólk, sum hevur til endamáls at kanna møguleikan fyri at byggja eitt lestrarheim í Havn. Í bólkinum er eitt umboð fyri tey lesandi, Ulla Joensen, stjóri í Elektron og Árni Ellefsen, ráðgevi og fyrrverandi stjóri í Føroya Banka.

Hesin arbeiðsbólkurin hevur vent sær til Tórshavnar kommunu fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru í mun til staðsetingar av tílíkum lestrarheimi. Í fyrsta umfari er ynskiligt at fara undir eina verkætlan við á leið 3- 400 lestrarbústøðum, og er ætlanin við tíðini at kunna byggja tilsamans umleið 900 lestrarbústaðir í Havn. 

Fleiri staðsetingar hava verið umrøddar, tó er eingin endalig staðseting funnin enn. Hugt hevur verið eftir økinum kring Frælsið og har umleiðir, soleiðis at eitt komandi lestrarheim kemur at verða bygt tætt upp at Kampus. 

Tórshavnar kommuna eigur tó ikki nógv lendi í hesum økinum, men mett verður, at onkrir møguleikar eru. Somuleiðis eigur landið nakað av lendi í hesum økinum, umframt at nakað av óbygdum lendi er privat. Mett verður, at alt økið kring komandi Kampus verkætlanina eigur at verða eftirhugt við tí fyri eyga, at troyta allar møguleikar, soleiðis at eitt veruligt lestrarheim kann verða bygt í økinum, so skjótt fígging er fingin til vega. 

Yvirskipaða visjónin fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Og er eitt av undirpunktunum til visjónina, at vit vilja, at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi, skrivar Tórshavnar kommuna í tilfarinum til býráðsfundin. 

Mett verður, at Tórshavnar kommuna eigur at vera ein virkin viðspælari á frontinum at finna eina nøktandi staðseting til eitt komandi lestrarheim í Havn – og tískil verður mælt til, at umsitingin fer undir arbeiðið at finna eina nøktandi staðseting til bygging av einum lestrarheimi til 3-400 lesandi. 

Tórshavnar kommuna upplýsir, at umsitingin hevur verið í samband við Landsverk, sum somuleiðis hevur vent sær til kommununa viðv. fyrispurninginum um at koma í ein dialog um møguleikarnar við møguleikanum at umbyggja verandi Ellisheim til lestrarbústaðir, tá Røktarheimið í Hoyvík verður liðugt bygt, umframt at umrøða staðsetingar, sum kommunan sær sum upplagdar. 

Landsverk hevur hugt upp á ymiskar staðsetingar í og við økið. 

Enn hevur eingin ítøkiligur fundur verið um ætlanina hjá Landsverki, og helst eiga báðar ætlanirnar at verða umrøddar í felag, soleiðis at partarnir vita av hvørjum øðrum. 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til, at umsitingini verður heimilað at finna eina nøktandi staðseting til bygging av einum lestrarheimi, og at politiska skipanin kann játta, at kommunan er sinnað at finna eina hóskandi staðseting til bygging av einum lestrarheimi til umleið 3-400 lesandi, og at málið verður beint í býráðið umvegis fíggjarnevndina. 

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti á fundi 31. mars at taka undir við tilmælinum, og tað sama gjørdi fíggjarnevndin á fundið 9. apríl.

Á býráðsfundinum í gjár varð málið einmælt samtykt.

 

Vinnarauppskotið til Kampus ætlanina: Tað var Sp/F Henning Larsen North Atlantic við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti í Gøtu, sum vann arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya