Tekniska umsiting hjá Tórshavnar kommunu hevur heitt á Gøtunavnanevndina um at finna nýtt navn til ovasta part av Sundvegnum.
Orsøkin er tann, at Sundsvegurin er skorin av í sambandi við at Innkomuvegurin er gjørdur.
Gøtunavnanevndin hjá býráðnum mælir til, at ovasti partur av Sunsvegnum fær navnið »undir Villingafossi«. Mentamálanevndin hjá býráðnum tekur undir við gøtunavnanevndini og beindi málið fyri býráðið, sum viðgjørdi málið á býrásfundinum í gjár. Málið varð ikki avgreitt, men býráðið samtykti at beina málið aftur í mentamálanevndina.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##