TÍÐARGREIN
Kunningin kom í teldupostkassan um dagarnar. Stevningin er móttikin av Føroya Rætti, góðkend og send rætta viðkomandi, sum er Føroya landsstýri. Flestum kunnugt hava Føroysk Miðlafólk stevnt landsins leiðarum við kravi um at tey viðurkenna tann rætt, sum hevur verið sjálvsagdur fyri onnur yrki í áratíggju.
Sum fakfelag fyri fjølmiðlafólk í Føroyum vilja vit ikki góðtaka, at landsins leiðsla noktar at viðurkenna okkara rætt at skipa okkum við egnum sáttmála, eins og eftirhondini allir yrkisbólkar í okkara samfelag. Vit góðtaka ikki ósakliga og dovna argumentið um at tað almenna longu hevur alt ov nógvar sáttmálar, og at starvsfólkini í Kringvarpinum forrestin eru umboðað av Starvsfelagnum. Vit hava einki ímóti Starvsfelagnum, men vit krevja rættin at umboða okkara yrki.
Fjølmiðlar
Tað er almenn vitan, bæði millum fólk og í politisku skipanini, at fjølmiðlarnir í Føroyum hava tað trupult. Higartil hevur tað gingið harðast út yvir privatu miðlarnar, sum eru tódnaðir niður í lítið og lætt. Sum nú sita eftir við redaktiónum, ið nógvar dagar bara megna at lofta tilvildarligu tíðindaskrivunum í teldupostkassanum. Tíðindaskriv um eitt tiltak ella ein politikara, sum hevur verið til arbeiðis. Redaktiónir, sum gamaní royna at gera ein vørr viðhvørt, men oftast stríðast í einum gerandisdegi, har høkjan lættliga kann vera sparkað undan veiku, redaktionellu tilveruni.
Men eisini í almenna Kringvarpinum, sum allir føroyingar rinda fyri og eiga, eru truplar tíðir. Gamaní fáa vit føroyingar nógvar savnandi løtur við skíggjan, tá vit vinna í hondbólti ella syngja væl í donskum kappingum, men vit fáa alsamt minni at vita um okkara samfelag. Um avgerðirnar, ið vilja raka gerandisdagin. Um skeivleikarnar, ið vilja raka samfelagsbólkar. Um rotinskapin, ið vil elva til spillu í samfelagnum.
Journalistisku kreftirnar, ið skulu fortelja hesar søgur, fækkast. Bæði í tali og fakligari dygd. Journalistikkur er eitt handverk, og handverkararnir fækkast. Gamaní verða lærlingar settir við, men handverkið skal lærast, áðrenn húsini kunnu smíðast. Soleiðis er eisini við journalistikki.
Fólkaræði
Okkum dámar væl at spegla okkum í okkara samfelag, sum byggir á fólkaræði við opinleika og gjøgnumskygni. Vit vilja vera eitt upplýst fólk við góðum innliti í samfelagsviðurskifti í breiðastu merking. Vit vilja skilja politiska spælið og raðfestingarnar. Vit vilja skilja, hvat okkara skattakrónur fara til. Vit vilja skilja leiklutin og avgerðirnar hjá vinnuni. Vit vilja skilja tey rák, ið raka okkara samfelag.
Eisini vilja vit hava eitt samfelag, har vit eru á varðhaldi og kunnu rópa varskó, tá órættur fer fram. Tá avgerðirnar ikki tæna fólkinum, men seráhugamálum. Tá valdið verður misnýtt. Og, ikki minst, tá veikastu borgarar detta niðurímillum.
Okkara samfelag byggir á fleiri súlur, ið skulu tryggja hesi rættindi. Vit hava eitt vælferðarsamfelag við eini fyrisiting, ið hevur greiðar reglur at arbeiða eftir, og skal tryggja øllum somu rættindi og somu viðferð. Og vit hava eftirlitsstovnar, ið skulu tryggja at okkara vælferðarsamfelag verður stýrt, soleiðis sum vit vilja hava tað.
Men vit hava eisini fjølmiðlar, ið skulu hava eitt vakið eyga við, at spilla ikki kemur í okkara fólkaræði. Tað er ikki av tilvild. Vit hava lóggevandi valdið, útinnandi valdið og dømandi valdið. Og í hesum samanhangi eru fjølmiðlarnir, kanska eitt sindur sjálvhátíðarliga, nevndir fjórða statsvaldið. Grundtankin við tí er, at fjølmiðlarnir skulu vera árvakna eygað í fólksins tænastu. Fjølmiðlarnir skulu fylgja við, um alt fer rætt fram í okkara samfelag, skulu kunna varpa ljós á órætt og óreglusemi. Eisini skulu fjølmiðlarnir tryggja, at fólkið er nóg upplýst til at kunna fylgja við og hava sína egnu støðu til tær avgerðir, ið verða tiknar í samfelagnum.
Málið er ambitiøst. Og neyvan røkkur nakar fjølmiðil einsamallur málinum. Men tankin er, at í einum fólkaræði hava fjølmiðlarnir henda grundleggjandi leiklutin, soleiðis at spilla ikki kemur í samfelagið. Tí eru fjølmiðlarnir ein grundsúla undir einum sunnum fólkaræði.
Fávitska
Tað tykist, sum leikluturin hjá fjølmiðlunum bæði verður tikin fyri givið – og ikki verður tikin fyri fult. Tikin fyri givið, tí politiska skipanin einki ger fyri at tryggja hesa grundsúlu undir samfelagnum. Og ikki tikin fyri fult, tí politiska skipanin ikki so frægt sum vil viðurkenna journalistiska yrkið.
Í eftirhondini nógv ár hava stórt sæð øll, sum á einhvønn hátt hava verið partur av fjølmiðlunum í Føroyum, rópt varskó. Fjølmiðlarnir hava tað trupult. Fjølmiðlarnir vikna. Fjølmiðlarnir megna ikki at røkja sína uppgávu. Fjølmiðlarnir doyggja.
At síggja til verður lurtað eftir neyðarrópunum. Politikararnir halda flestallir, at miðlalandslagið skal styrkjast. Men so hendir ikki meira. Og tí eru privatu fjølmiðlarnir tódnaðir niður í lítið og lætt. Dynamisku redaktiónirnar eru burtur. Atdráttarmegin til redaktionellu størvini horvin. Fáu fólkini, ið eftir eru, royna tó sítt besta.
Í almenna Kringvarpinum er gongdin hin sama, hóast støðan ikki er so syndarlig sum í privatu miðlunum. Støðulýsingin er tí ein gongd móti tí, sum longu er veruleiki í privatu miðlunum. Í Kringvarpinum knípur við at halda dynamikkin á redaktiónunum, partvís tí fólk ikki trívast og partvís tí normeringin ikki fylgir uppgávunum. Atdráttarmegin til redaktionellu størvini viknar alsamt, tí Kringvarpið stendur seg ikki í kappingini um starvsfólkini, bæði viðvíkandi løn og arbeiðsumstøðum. Og av somu orsøkum eru fakligu førleikarnir og royndirnar á redaktiónunum ikki nøktandi í mun til tær uppgávur, ein public service tíðindamiðil eigur at røkja.
Politiska skipanin sigur seg skilja og vilja, at miðlalandslagið skal styrkjast. Men í praksis ger sama skipan júst tað øvugta. Privatu miðlarnir fáa onga hjálpandi hond, ið munar, og doyggja tí sín spakuliga deyða. Og almenna Kringvarpið viknar, bæði við fólki og journalistiskari fakligheit. Høvuðsorsøkin er politiska skipanin. Og hetta fer fram, við opnum eygum og púra tilvitað. Dømini eru nógv.
Fólk við journalistiskum førleikum og dygdum verða lokkað við betri løn og betri arbeiðviðurskiftum, aðrastaðni í almenna geiranum. Sum kunningarfólk hjá størstu kommununum, hjá almennum stovnum sum SEV ella Landsverki, hjá løgtinginum – og enntá hjá løgmanni sjálvum. Allastaðni verður bjóðað hægri løn og betri arbeiðsumstøður fyri journalistisku førleikarnar, enn somu fólk fáa fyri at gera sítt arbeiði í Kringvarpinum.
Privata vinnulívið hevur rættin at bjóða fólki ta løn, einstaka fyritøkan metir seg hava ráð til. Eisini tá talan er um fólk við journalistiskum førleikum. Men tað almenna ger í praksis tað sama, bara við at lata fólk hoppa yvir í aðrar sáttmálar, sum eru betri enn tann, sum partú skal vera galdandi fyri Kringvarpið.
Fyri almennu pengarnar fáa vit – heldur enn journalistikk – í staðin væl polerað og kritiskt reinsað tíðindaskriv um borgarstjórar ella landsstýrisfólk, sum hava heilsað uppá onkran persón ella vitjað onkran almennan stovn.
Fjølmiðlarnir bløða, og politiska skipanin setir fólkini við journalistiskum førleikum í starv til at skriva og miðla tann veruleika, politiska skipanin sjálv vil fortelja. Fólkið skal fáa blómandi ævintýr, heldur enn beisk fakta. Fávitskan er fullkomin.
Fólkaræðisligt álop
Sum útgangsstøði er einki forgjørt í at hava kunningarfólk við journalistiskum førleikum í starvi. Tað hevur leingi verið vanligt aðrastaðni, og er eftirhondini eisini vanligt í Føroyum.
Men í Føroyum verður hetta gjørt, samstundis sum politiska skipanin ikki vil viðurkenna journalistiska yrkið, ítøkiliga við at nokta miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála. Aðrastaðni í almenna geiranum kunnu journalistisku førleikarnir saktans lønast eftir sáttmálum fyri búskapar- & løgfrøðingar ella aðrar akademikarar. Men politiska skipanin vil ikki hoyra talan um ein sáttmála, galdandi fyri journalistiska yrkið. Her skal eingin sáttmáli vera fyri teir førleikar, sum biðið verður um.
Tí er tað at rokna sum eitt beinleiðis álop á fólkaræði, tá politiska skipanin aktivt fer eftir fólki við miðlaførleikum og bjóðar teimum hægri løn og betri arbeiðsumstøður, enn tey annars kunnu fáa við at arbeiða innan fjórða statsvaldið.
Eingin í politisku skipanini sigur tað hart. Men við opnum eygum hevur politiska skipanin valt, bæði at lata privatu miðlarnar doyggja sín spakuliga deyða, og drena almenna Kringvarpið fyri fólk við fakligum førleikum.
Eitt talandi dømi um ísakøldu, harðrendu og ódemokratisku atferðina hjá Føroya landsstýri upplivdu vit um dagarnar, tá Føroysk Miðlafólk sum fakfelag definitivt varð noktað rættin at samráðast um sáttmála fyri miðlafólk í starvi hjá tí almenna. Føroya Landsstýri vil ikki so frægt sum viðurkenna journalistiska yrkið í Føroyum, men tvíheldur um, at yrkið til allar tíðir skal definerast sum partur av sáttmálanum fyri starvsmenn hjá tí almenna.
Øll fakfeløg fyri miðlafólk í Norðurlondum hava rættin at samráðast um sáttmála fyri limirnar í almennu public service stovnunum. Øll, uttan fakfelagið fyri miðlafólk í Føroyum. Tí hava Føroysk Miðlafólk eisini fullan stuðul frá øllum fakfeløgum fyri miðlafólk í øllum Norðurlondum. Felags fatanin er, at harðrenda støðan hjá landsstýrinum er eitt álop á grundleggjandi rættin hjá einum yrkisbólki at skipa seg. Tað er eitt álop á okkara fólkaræði. Tí verður í grannalondunum fylgt væl við, nú fakfelagið Føroysk Miðlafólk hevur stevnt Føroya Landsstýri.
Stevningin er ikki eitt mál í sær sjálvum. Hon er tíverri eitt neyðugt stig. Og tí verður tað Føroya Rættur, sum í síðsta enda sker ígjøgnum, kemur landsstýrið ikki á aðrar og betri tankar.
Føroysk Miðlafólk
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður