VIDEO: Áki skoraði og legði upp til mál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Stjørdals Blink-Ranheim 1-2 (0-1)

So brast fyri nev við málskjótingini hjá Áka D. Samuelsen í kappingardysti fyri Ranheim. 

 

Áki sum legði upp til mál í seinasta dystinum hjá Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, bæði skoraði og legði upp til mál í kvøld.

 

Ranheim spældi í øðrum umfarinum í norsku steypakappingini á útivølli móti Stjørdals Blink, ið spælir í triðbestu deildini.

 

Tá 22 minuttir vóru farnir legði Áki eitt gott hornaspark inn í brotsteigin hjá Stjørdal, ið Jonas Pereira stútaði í netið. Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki Vetle Wenaas bóltin inn í brotsteigin til Áka, ið hegnisliga stútaði bóltin uppum málverjan hjá Stjørdal og í netið. Stjørdal minkaði um munin til endaliga úrslitið 1-2 í 77. minutti.

 

Í 3. umfarinum, mikudagin 7. mai møta Áki og liðfelagarnir Egersund á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Stjørdals Blink-Ranheim 1-2 (0-1), og fyrsta kappingarmálið hjá Áka í norskum fótbólti:

 

##med2##