Atlantsflog gloymdi Sosialin tríggjar ferðir í Kastrup

Av onkrari orsøk hevur Sosialurin ligið eftir tríggir ferðir, tá flogfarið hjá Atalntsflog er farið úr Kastrup

Hóast Sosialurin var til avtalaðu tíð í Kastrup tíðliga gjáramorgun, soleiðis at blaðið kundi fáast upp við fyrsta flogfarinum hjá Atlantsflog í gjár, so sum avtalað er, so var blaðið ikki við. Tað skapar beinanvegin órógv, um blaðið ikki kemur til ásettu tíð.

 

Tí vónaðu vit, at blaðið kom við seinna túrin hjá Atlantsflog í gjár, men tá lá blaðið aftur eftir í Kastrup.

 

So var tosað bæði við høgan og lágan í Atlantsflog at tryggja okkum, at blaðið so kom við fyrsta túrin í morgun, so at tað kanska kundi eydnast Posta at fingið blaðið út til nakrar haldarar fyri vikuskiftið.

 

Men Gud hjálpi okkum var aftur galið hjá Atlantsflog í morgun – fyri triðju ferð.

 

Vit vóna nú, at tey minnast til at fáa blaðið hendan fjórða túrin í kvøld. Men tað merkir, at Posta valla fær nakað blað út til haldarar fyri vikuskiftið. Blaðið verður koyrt út í leysasølu tíðliga í morginári – um vit fáa blaðið í kvøld.

 

Vit harmast stórliga um hetta mistak – og vóna bara at tey hjá Atlantsflog taka sær betri partar fyri og veita viðskiftafólki sínum virðiligari tænastu.

 

Sosialurin