Landsbanki Føroya:
Suðuroyartunnilin verður ikki nenvdur í hesum sambandi, men Landsbanki Føroya hevur í dag eina grein um, at stórar verkætlanir ofta hava trupulleikar við at halda tíð og kostnað.
Bent Flyvbjerg, ið er granskingarleiðari innan verkætlanarleiðslu, vísir í síni bók ”How big things get done” á vandar í stórum verkætlanum.
Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir ofta hava trupult við at halda tíð og kostnað. Orsøkirnar eru fleiri; tær eru millum annað ov vánaligar fyrireikingar, bjartskygdir skeivleikar og strategisk misrepresentatión.
Ov vánaligar fyrireikingar
At byrja eina verkætlan uttan gjølliga fyrireiking kann elva til, at verkætlanin fer út um mørk bæði í tíð og kostnað.
Fyri eina verkætlanarleiðslu kann tað vera freistandi at fara í gongd við eina verkætlan so skjótt sum møguligt. Tilmælið hjá Bent Flyvbjerg er tó at taka sær neyðugu tíðina at fyrireika verkætlanina væl, fyri at tryggja, at verkætlanarleiðslan sleppir undan óneyðugum og óvæntaðum broytingum.
At broyta viðurskifti, tá ið ein verkætlan longu er í gongd, kann vera bæði sera kostnaðarmikið og trupult. Tá ein verkætlan er farin í gongd, eru nógvar resursir longu brúktar, og tað kann krevja stórar eykaútreiðslur at broyta kós. Tá er tað bæði betur og væl bíligari at gera feilir í fyrireikingartíðarskeiðnum.
Eitt ráð úr bókini er at hugsa frá høgru til vinstru. Tað vil siga, byrja verkætlanina við endamálinum. Hvat er tað verkætlanin skal loysa. Dømi um eina verkætlan, har hugsað hevur verið frá høgru til vinstru, er málið um at koma upp á mánan. John F. Kennedy setti málið um at senda ein mann á mánan áðrenn áratíggjuni vóru liðug (sekstiárini). Her varð byrjað við endamálinum, og síðani arbeiddi tey seg aftur til, hvussu hetta kundi gerast ein veruleiki. Eisini Guggenheim Museum í Bilbao er eitt dømi um henda framferðarhátt.
Tað kemur meira enn so fyri, at heldur enn at hugsa frá høgru til vinstru í eini verkætlan, so verður hugsað frá vinstru til høgru. Byrjað verður við loysnini, heldur enn endamálinum við verkætlanini. Men hesin hugsanarháttur hevur fleiri vandar við sær. Millum annað kann vandi vera fyri at missa heildaráskoðanina. Tú tryggjar tær ikki, at valda loysnin loysir trupulleikan, sum verkætlanin er ætlað at loysa. Missir tú heildaráskoðanina, er eisini vandi fyri, at atlit ikki verða tikin at øllum týdningarmiklum faktorum, sum kunnu ávirka verkætlanina, og tað kann geva órealistiskar ætlanir. Tá hugsað verður frá vinstru til høgru heldur enn høgru til vinstru, er eisini vandi fyri, at ein læsir seg fastan í eini ávísari loysn. Harvið letur tú ikki upp fyri alternativum loysnum, sum kundu loyst endamálið.