Fyrsta EM-endaspæl í Føroyum byrjar í Klaksvík

- Djúpumýra verður í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti heimsstjørnum úr londum sum Spania, Italia og Fraklandi

 

Startskotið til EM-endaspælið hjá U17 kvinnulandsliðnum byrjar í Klaksvík. Kappingin verður í døgunum 4. - 17. mai.

 

- Djúpumýra verður í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti heimsstjørnum úr londum sum Spania, Italia og Fraklandi.

 

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður víst á, at sjey dystir verða leiktir í Klaksvík, og skipað verður fyri spennandi upphitingartiltøkum til tríggjar av hesum dystum.

 

Upphitingartiltak 4. mai klokkan 13-14.30, Eysturríki - Holland

 

Upphitingartiltak 7. mai klokkan 13-14.30, Føroyar - Eysturríki

 

Upphitingartiltak 14. mai klokkan 13-14.30 (Semifinalan)

 

- Til upphitingina spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa, verður lagt aftrat.

 

##med2##