Avgerðin almenn: Eingin Champions League dystur í Klaksvík

Fyri lítlari løtu síðani boðaði stadionspeakarin í Klaksvík frá, at eingin dystur verður í Klaksvík í dag.

Hetta hava vit tó vitað í nakrar tímar, men nústani varð tað alment váttað.

Orsøkin er, at ein av spælarunum hjá Slovan Bratislava varð positivur við koronuvirus, tá hann varð kannaður á flogvøllinum í gjár.

Okkurt bendir á, at gestirnir ikki hava góðtikið kanningina. Sambært fútanum, Michael Boolsen, so varð royndin gjørd tvær ferðir fyri at binda um heilan fingur, og úrslitið varð tað sama.

Eftir øllum sólarmerkjum at døma, fer KÍ at vinna dystin, av tí at Slovan Bratislava ikki møtti upp.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##