Ein sokallað trygdarveðseting fyri fyribils innflutningi av list til framsýning hevur havt við sær, at tað hevur verið óneyðuga tvørligt og dýrt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Tey hava ikki kunna flutt sína list til Danmarkar uttan at skulað rindað fyri hesa trygdarveðseting.
Eftir áheitan fór Javnaðarflokkurin í holt við málið. Tað tók drúgva tíð og fleiri tingingar við danska skattamálaráðharran, men í juli 2022 varð lógin broytt soleiðis, at tað verður nógv lættari hjá føroyskum listafólki at hava framsýning í Danmark.