Seinnapartin klokkan 17.30 byrjar seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og TB.
TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og stendur á gáttini til fyrstu steypafinaluna síðani 1981.
TB fer eisini at fáa stóran uppbakning kring vøllin, tí nógv hava lagt sær leiðina til Havnar í dag.
Hóast B36 hevur sløk avrik dyst eftir dyst, so eru teir risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru so lág sum 1,10.
Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 8,34.
Miðaloddsini upp á útisigur til TB aftaná vanliga leiktíð eru so høg sum 15,08.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##