B71 skrivar soleiðis í dag:
Nakrar broytingar eru gjørdar í hópinum í hálvuni, m.a. so var avgerð tikin um at styrkja álopspartin.
Danski Lucas Ørneborg er komin til Føroyar og skal leika við B71 til kappingarenda og vónandi hjálpa teimum gul/bláu at tryggja sætið í bestu deildini komandi kappingarár.
Áður hevur hann leikt við Fremad Amager og enntá fingið debut í Superligaini við Lyngby BK. Í seinastuni hevur hann tó leikt við FA2000.
Tað verður sera spennandi at síggja um danski áloyparin megnar at skjóta málini sum skulu til og fyrsti møguleikin til hettar verður leygardagin 02. august, tá B71 ferðast til Runavíkar at leika móti NSÍ.
Vælkomin Lucas og hjartaliga til lukku við sáttmálanum!
Drívið á B71!