Sev skrivar, at hetta verður, millum annað, gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni og fyri at síggja, hvussu kostnaðarstøðið hjá Sev er sammett við líknandi norskar fyritøkur. Benchmark-kanningin er eisini gjørd í samsvari við semjuskjalið, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Kommunufelagið og Sev gjørdu í mars 2022.
Det Norske Veritas (DNV) stendur fyri kanningini
Elveitingareftirlitið hevur í samráð við Sev biðið norska DNV um at gera ein sammetingarleist (benchmark) av netpartinum hjá Sev, sum kannar, hvussu netfelagið Sev stendur seg í mun til netfeløg í Noregi, við serligum atliti at rakstrarvirkni, íløguvirkni, og bygnaði. Undanfarnar kanningar hava samanborið Sev við donsk netfeløg. Landafrøðiliga eru Føroyar tó meiri líkar ávísum pørtum av Noregi. Øll feløgini verða lagað til ávísar rammutreytir, fyri at kunna samanberast.
Hvat vísir kanningin?
Niðurstøðurnar frá 2023 vísa millum annað, at rakstrarútreiðslurnar hjá Sev fyri hvønn kunda eru nakað undir miðal, men samtíðis er rakstrarkostnaðurin fyri hvønn veittan MWt lutfalsliga høgur. Hetta kemst helst av, at kundarnir hjá Sev eru lutfalsliga smáir samanborið við kundarnar hjá norsku feløgunum. Ein orsøk til hetta kann vera, at Noreg er komið longri við elektrifiseringini. Í Noregi verður streymur í nógvum førum nýttur til upphiting av húsum, og tí nýta norsku húsarhaldini meiri streym enn tey føroysku. Eisini eru vinnukundarnir størri í Noregi.
##med2##
Talið av starvsfólkum fyri hvørjar 1.000 kundar hjá Sev er høgt samanborið við norsk netfeløg, meðan keypið av tænastum er lágt. Hetta er helst ein ábending um, at Sev ger mest sum alt arbeiðið sjálvt, meðan norsk netfeløg keypa seg til fleiri tænastur.
Aftrat sammetingini við norsk feløg er eisini møguligt at síggja gongdina yvir tíð. Í sambandi við kanningina hevur Sev tikið støði í tølum fyri árini 2021-2023. Lyklatølini hjá Sev hava yvir hesi trý árini verið rættiliga støðug, og ongar ógvisligar broytingar hava verið. Niðanfyri sæst rakstrarkostnaður pr. kunda yvir tíð, samanborið við tvey norsk feløg: Elmea, sum minnir nógv um Sev, og Elvia, sum er eitt netfelag í Oslo.
##med3##
Sammetingarleisturin kann nýtast av bæði Elveitingareftirlitinum og Sev sum amboð at vísa á øki við betranarmøguleikum, og fyri at fáa eina betri fatan av avbjóðingunum av orkuskiftinum í Føroyum. Harumframt fer leisturin at stuðla undir betri skráseting og nýtslu av dátum frá netfelagnum Sev.