Bensinstøð í Róm sprongdist – fleiri særd

Trý fólk hava fingið álvarsligan brunaskaða, eftir at ein bensinstøð brast í eystara parti av Róm.

Myndir: Matteo Minnella/Reuters/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk hava fingið skaða, teirra millum trý við álvarsligum brunaskaða, eftir at ein bensinstøð sprongdist í eystara parti av Rom í morgun, skriva fleiri miðlar sambært Reuters.

Risastóra spreingingin, sum hendi á bensinstøðini á Via dei Gordiani, hoyrdist um tað mesta av italska høvuðsstaðnum.

Lokali miðilin Roma Today hevur almannakunngjørt eina mynd, sum vísir eitt risastórt roykskýggj og høgar eldar oman fyri bensinstøðina.

Almenna samferðslufyritøkan Atac í Róm sigur, at løgreglan hevur stongt metrostøðina Teano.

21 fólk eru særd sambært fleiri italskum miðlum eitt nú La Repubblica og Il Messaggero.

Millum tey særdu eru fleiri løgreglufólk og sløkkiliðsfólk.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

Myndir: Matteo Minnella/Reuters/Ritzau Scanpix