Betrideildin kvinnur: Heidi skoraði sjey av 13 málum hjá NSÍ

NSÍ vann ein knúsandi stórsigur á 07 Vestur

Ein dystur er í dag leiktur í Betrideildini hjá kvinnum.

 

Við Løkin í Runavík vann oddaliðið, NSÍ ein knúsandi 13-0 stórsigur á 07 Vestur. Í steðginum var støðan 7-0.

 

Heidi Sevdal byrjaði málveitsluna longu í fjórða minutti. Hon skoraði sjey mál í dystinum, ið er meir enn helvtin av málunum hjá NSÍ.

 

Helga Mikkelsen skoraði tvey mál. Rúna Olsen, Sigrid Jacobsen, Dania Olsen og Evelin Da Silva Mastropasqua skutu eitt mál hvør.

 

NSÍ hevur fult stigatal aftaná sjey dystir, 21 stig.

 

Í morgin vera tríggir dystir leiktir.

 

Klokkan 12.30: HB-KÍ

 

Klokkan 17: Skála Ítróttarfelag-B36

 

Klokkan 18: FC Hoyvík-Víkingur