Hetta fekk sum vera man øði í nógvar klaksvíkingar, ið hava ilskast inn á hesa niðurstøðu og enntá ákært meg fyri at vera ov negativan/pessimistiskan. Eg vil vísa hesum aftur, tí eg fyrihaldi meg til objektiv tøl og royni at lýsa samfelagsmenningina objektivt, fyri síðani at koma við subjektivum tulkingum. At hetta kolliderar við ymisk galdandi “politisk narrativ” er greitt. Hugsi at klaksvíkingar ofta “ynskihugsa” um støðuna og gongdina hjá Klaksvíkini, (tvs. velja at síggja fleiri positiv enn negativ ting), men eg vil við hesi grein vísa á, at gongdin seinastu 30 árini ikki hevur verið so góð sum hildið, men at glottar tó eru fyri framman.
Eg havi valt at hyggja eftir tølum frá 1995 til 2025 (primo). Árið 1995 er valt, tí tað er “nullpunktið” fyri modernaða føroyska samfelagið, tá Føroyar høvdu verið fyri einari samfelagsligari og búskaparligari kollvelting. Sigast kann, at í 1995 spruttu einar nýggjar Føroyar úr øskuni, og sera ymiskt er, hvussu ymisk øki, ymiskar kommunur og ymiskar bygdir hava hepnast síðani hetta. Eg vil vísa á, at eg brúki nøkur sera grov tøl, ið einans eru ábendingar. Eg havi hugt eftir, hvussu ymiskar kommunur/øki hava klárað seg lutfalsliga í mun til Føroyar sum heild. Stundir eru heilt einfalt ikki til at fara longur niður í tølini, og harumframt høvdu alt ov fá tímað at lisið tað.
##med2##
A-Føroyar, B-Føroyar og C-Føroyar
Fyrst av øllum vil eg vísa á, at vit hava einar Føroyar í fleiri “gearum”. Vit hava einar A-Føroyar, ið grovt sagt er Tórshavnar kommuna, vit hava einar B-Føroyar, ið eru Landnyrðingsføroyar og Útnyrðingsføroyar (ið fella uttanfyri hesa grein), og vit hava einar C-Føroyar, ið eru Suðurføroyar (ið eisini fella uttanfyri hesa grein). Harumframt hava vit eisini einar D-Føroyar, ið eru “Útoyggjar”. Hetta er høvuðsmyndin, men nøkur frábrigdi eru tó, eisini innanhýsis í kommunum. Nólsoy er heldur ikki í sama báti sum hinar útoyggjarnar. Eisini henda broytingar: Skálafjørðurin er við at førka seg úr bólki B til bólk A, Sandoy er við at førka seg frá bólki C til bólk B.
Verður hugt eftir hvussu Landnyrðingsføroyar hava ment seg í mun til Tórshavnar kommunu, sæst at meðan Tórshavnar kommuna hevur havt ein rímiliga javnan lutfalsligan fólkatalsvøkstur frá knapt 38% til knapt 43%, hava Landnyrðingføroyar sveiggjað ímillum 36% og 37%. Frá at økini í 1995 vóru á leið javnt stór í fólkatali, er Tórshavnar kommuna nú munandi størri enn Landnyrðingsføroyar. Seinasta áratíggið hava Landnyrðingføroyar tó havt viðrák, eftir at økið sum heild hevði mótrák frá uml. 2000 til uml. 2015. Mín tulking er, at hetta í stóran mun hongur saman við gongdina í fiski- og alivinnuni.
Seinastu árini tykist at vera vent í holuni, og lutfalsligu vøksturin í Tórshavnar kommunu er avtakandi, samstundis sum at lutfalsligur vøkstur framvegis er í Landnyrðingsføroyum. Hetta kávar tó yvir sera stórar innanhýsis umskaringar í Landnyrðingsføroyum. Meiri um tað seinni.
##med3##
Klaksvík lagaði seg ov seint til Norðoyatunnilin
Hyggja vit eftir, hvussu størstu kommunurnar í Landnyrðingsføroyum hava klárað seg, síggja vit at meðan Runavíkar kommuna hevur upplivað ein rímiliga javnan lutfalsligan vøkstur síðani 1995, hevur gongdin verið júst hin øvuta hjá Klaksvíkar kommunu. (Nevnast skal, at báðar kommunur eru víðkaðar síðani 1995, og at tølini fyri 90’ini eisini taka við smærri kommunur, ið seinni eru lagdar saman, t.d. Skála.) Sum eg nevndi í undanfarnu grein, hevði Norðoyatunnilin ein beinleiðis negativan virknað á Norðoyggjar og Klaksvík, men tølini eru blivin frægari, og lutfalsliga minkingin hjá Klaksvíkar kommunu er við at flatna út.
Meðan Klaksvík als ikki var fyrireikað upp á Norðoyatunnilin, hevur kommunan seinastu árini funnið stevið og gjørt nakrar góðar tillagingar. Rætt skal vera rætt: tað eru hend góð ting í Klaksvík seinastu árini – bara alt ov seint. At klaksvíkingar á sinni valdu at seta ein risahúk upp beint við Norðoyarunnilin bæði var og er symptomatiskt fyri ta óhepnu kós, ið kommunan tá hevði. Sum eg vísti á í samrøðu við Gunnar Nolsøe fyri tveimum árum síðani (Kulfaktor Føroyar) er húkurin tó ikki longur einasta ímynd av Klaksvíkini.
Hinumegin Leirvíksfjørð er ein onnur kommuna, ið leingi hevur havt stórt viðrák. Sum eg ofta havi víst á, hevur Norðoyartunnilin verið til nógv størri gagn fyri Eysturkommunu enn fyri Klaksvíkina. Eg var longu fyri 20 árum síðani í fleiri blaðkjakum við m.a. táverandi borgarstjóran í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, ið tó – eins og flestir politikarar í Klaksvík tá – var stokkkonservativur og veruliga trúði, at Norðoyatunnilin nærum per automatikk fór at geva Klaksvík viðrák. Vónirnar til Norðoyatunnilin vóru himmalhøgar, men í staðin var tað kappingarneytin hinumegin fjørð, ið fór avstað við menningini, eisini tá hugt verður eftir fólkatalinum. Eysturkommuna kann sigast at liggja “sum blomman í egginum” við farleið bæði norðureftir til Fuglafjarðar, eystureftir til Norðoyggjar, Suðureftir til Runavíkar og Havnar og vestureftir til Sundalagið og Norður-Eysturoy.
Fuglafjørður tapir “lokaluppgerðina” ímóti Eysturkommunu
Fyrrverandi “høvuðsstaðurin” í Eysturoynni er Fuglafjørður, men seinastu nógvu árini er Fuglafjarðar kommuna yvirhálað av Runavíkar kommunu, síðani av Eysturkommunu og skjótt eisin av Nes og Sjóvar kommunum. Fuglafjarðar kommuna er eitt dømi um eina kommunu, ið er farin inn á eitt heilt skeivt menningarspor, ið nærum stendur mát við afturlítandi menningarsporið hjá Tvøroyar kommunu. Báðar kommunur eru offur fyri sokallað “sporbundni” (path dependence).
Hóast tað vóru glottar fyrstu árini eftir kreppuna, hevur lutfalsligi niðurtúrurin hjá Fuglafjarðar kommunu verið sera ógvusligur, serliga í kontrasti við frálíku gongdina í Eysturkommunu, ið tó eisini liggur nakað betri fyri samferðsluliga. Meðan Eysturkommuna hevur gjørt øgiliga nógv rætt síðani samanleggingina – og áðrenn, hevur Fuglafjarðar kommuna gjørt sera nógv skeivt. Fuglafjarðar kommuna má síggjast sum ein “worst case” í Landnyrðingsføroyum. Í grundini gekk lutfalsliga frægari í Fuglafirði áðrenn kreppuna og undir kreppuni, tá kommunan fekk sett hol á vitanarsamfelagið við miðnámsdeplinum á Kambsdali. Hetta er framvegis fremsta aktiv hjá kommununi, men í staðin velur kommunan at satsa upp á útbygging av havnarlagnum og søkkur sostatt alsamt djypri niður í ídnaðarsporið. Tað tykist ikki sum at fuglfirðingar megna at skilja álvaran í sínum feildispositiónum, hóast eg og onnur óteljandi ferðir hava ávarað kommununa um vanlukkuligu kósina. Nú fer skjótt at vera síðsta útpurring hjá Fuglafjarðar kommunu at broyta kós, annars er leyst og liðugt. Nes og Sjóvar kommunur yvirhála, Fuglafjarðar kommuna endar niðast í stigatalvuni, og má óttast um sítt framhaldandi sjálvstýri.
Eysturkommuna fangaði boðskapin longu um aldarskiftið, Klaksvíkingar hava seinastu árini fangað boðskapin, men Fuglafjarðar kommuna hongur framvegis føst í ídnaðarsamfelagnum og tykist ikki hava førleikan at koma burtur úr mórudíkinum.
Nes og Sjóvar kommunur eru vinnarakommunur
Sum sæst í ritmyndini við vísitølum, hevur Eysturkommuna klárað seg væl síðani kreppuna og stendur umleið mát við Tórshavnar kommunu, men síðani hetta er ein týðandi strukturbroyting hend í føroyska samfelagnum: Eysturoyartunnilin. Ímeðan Norðoyatunnilin ikki gav nakran meirvøkstur, men heldur legði trýst á verandi vinnur- og tænastur í Klaksvík, hevur Eysturoyartunnilin elvt til stóran meirivøkstur í pørtum av Eysturoynni, serliga Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Longu tá tunnilin varð samtyktur og farið varð undir at byggja hann, broytti tunnilin fullkomiliga menningina í hesum báðum kommunum.
Fyri Runavíkar kommunu hevur gongdin verið nakað meiri misjøvn, tí hóast fólkatalið í gomlu Runavíkar kommunu er vaksið sera nógv, hevur samanlagda kommunan eisini ein útjaðara, har fólkatalið er minkað í absoluttum tølum.
Seinastu árini er meirvøksturin í Sunda kommuna enntá steðgaður, og seinasta árið er fólkatalið bæði í Sunda og Eiðis kommunum enntá absolutt lækkandi. Hetta er ivaleyst ein avleiðing av Eysturoyartunlinum, ið hevur flutt stóran part av ferðsluni um Streymin suður til Skálafjørðin. Sigast kann sostatt, at Sundalagið hevur mist upp á Eysturoyartunnilin, eins og Eysturoyartunnilin hevur flutt vøksturin í Eysturoynni suðureftir. Eysturoyartunnilin hevur ført til eina størri miðsavning av Eysturoynni og hóttir við at gera norðastu partarnar av Eysturoynni (og Streymoynni) til einar “C Føroyar”.
Soleiðis henda umskaringar í føroyska samfelagnum, ið skapa vinnara- og taparakommunur. Langskygt eru “strukturbroytingar” høvuðsorsøkin til hesar broytingar, og sigast má at strukturbroytingarnar hava verið markantar síðani 1995, ikki bara viðvíkjandi infrastrukturi og kommunustrukturi, men eisini aðrar strukturar. Føroyar eru heilt øðrvísi í dag enn fyri 30 árum síðani. Í 1995 fluttu tíggjutúsundtals føroyingar seg regluliga um firðir og sund við strandfaraskipum, nú eru tað bert túsundtals. Og um/tá Suðuroyartunnilin verður veruleiki, verða tað knappliga bert hundraðtals føroyingar, ið ferðast við strandfaraskipum – helst fleiri ferðafólk enn fastbúgvandi. Føroyar eru farnar frá at vera eitt siglandi fólk til at gerast eitt koyrandi fólk, og tað ger munin millum miðstað, miðjaðara og útjaðara enn størri. Hetta er ein risaavbjóðing fyri føroyska samfelagið og ikki minst fyri kommunala geiran, ið varð stovnsettur í einum heilt øðrvísi samfelagi, tá eingir vegir vóru millum bygda.
Tí eru kommunurnar í dag ein púra arkaisk skipan, ið skapar forðingar og órættvísi heldur enn at skapa møguleikar og rættvísi, sum upprunaliga ætlanin var. Í ringasta føri kunnu borgarar verða fasthildnir í skaðiligum menningarsporum, eins og t.d. í Fuglafjarðar kommunu, har politikararnir halda kommunu og borgararnar í einum 20. aldar-kvørkrataki. Sunnan fyri Marknará eru tey hinvegin so heppin at hava framskygdar politikarar, ið gjøgnum 30 ár hava skapt stóran fólkatalsvøkstur. Í Klaksvíkar kommunu tykist eisini loksins vera brostið fyri nevi, og vónandi fer lutfalsliga fólkatalið at kvinka uppeftir komandi árini.
Vit kunnu ikki liva við at hava kommunur, ið ikki hava íbúgvarnar sum fremsta prioritet, men sum prioritera vinnulig áhugamál fram um íbúgvarnar. Íbúgvarnir eru fremsta aktiv hjá eini kommunu, serliga tí fólkatalið er avgerandi grundarlag undir hvørjar kommunalar tænastur kunnu veitast.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur/námslektari
Keldur:
- Hagstova Føroya. (2025). IB01010 Fólkatalsbroytingar skiftar á fødd, deyð, flutt, bygd og mánaðir (1985-2025). (tøl fyri 1. Januar hvørt ár, økisfólkatal býtt við landsfólkatal)
- Kristiansen, S. M. (2024). Kommunur í eini broytingartíð. Sprotin.
- Kristiansen, S. M. (2025, 29. apríl). Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin. Dimmalætting. dimma.fo
- Nolsøe, G., & Hansen, U. L. (2023, 12. des.). Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík. KVF. kvf.fo
Viðmerking:
Eg havi valt at seta tølini upp við longdum y-ási, hetta fyri at gera broytingarnar týðiligari. Harumframt eru ritmyndirnar skornar í erva og neðra, somuleiðis fyri at gera broytingarnar týðiligari. Hetta merkir tó, at lesarin ikki má samanbera ritmyndirnar grafiskt, tí hallið í ymsu grafunum er ikki samanberiligt. Málið hevur ikki verið rættvísandi hall, men at sýna týðilig sveiggj í mun til tendenslinjuna; at framhevja munir grafiskt fyri lesarans skyld. Tendenslinjan og tilhoyrandi R2-virði er sett inn fyri at týðiliggera sveiggini og harvið vísa hvussu jøvn/ójøvn gongdin hevur verið í ymiskum kommunum/økjum.