Landsstýrismaðurin undirskrivað samstarvsavtalu við Íverksetarahúsið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetrahúsinum, hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu um íverksetan í fólkaskúlanum

Nýhugsan, kreativitetur og íverksetan eru hentir førleikar hjá okkum øllum og ikki minst hjá børnunum og teimum ungu, sum skulu mynda framtíðar samfelagið. Tað er tí umráðandi at varpa ljós á íverksetan, so at næmingarnir í undirvísingini kunnu menna síni skapandi evni, royna sítt hugflog og áræði og í verki læra, hvat ið krevst fyri at menna eina vøru ella tænastu. 


Íverksetan er bæði ein arbeiðsháttur og ein vitan, har næmingarnir kunnu ogna sær førleikar og amboð til at liva og virka í einum samfelagi, sum broytist rættiliga skjótt, og til at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum eru, ella sum tú kanst virka fyri at menna og skapa. Eitt framkomið samfelag krevur nýggja vitan, øðrvísi arbeiðshættir, samstarv, eisini tvørtur um landamørk, og at vit eru til reiðar at taka við nýggjum avbjóðingum.


Samstarvsavtalan við Íverksetarahúsið skal leggja grundarlag undir og vera ein hjálp hjá skúlunum at seta íverksetan á dagskránna og menna tað arbeiði, sum frammanundan er gjørt á hesum øki. Hetta er eitt arbeiði, sum Íverksetarahúsið leggur dent á, og sum hevur stóran týdning bæði fyri tann einstaka og okkum sum samfelag, at tey ungu verða tilvitað um, at tað er umráðandi at skapa nakað sjálvi.