Tíðindaskriv – Kórsamband Føroya:
Heili 17 kór og einri 6-700 kórsangarar úr øllum landinum luttóku á stevnuni. Umframt føroysku kórini luttók eisini eitt manskór úr Vestmannaoyggjunum. Danski kórleiðarin Margrethe Debel Christensen stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og allan dag.
Kl. 16.00 var konsert, sum eisini var kapping millum kórini. Kórini fingu 7 minuttir í part at vísa, hvat tey í vetur hava arbeitt við. Í dómsnevndini sótu Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Tey komu til tað niðurstøðu at framførslan hjá Tarira var tann besta. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum. Á øðrum plássi kom Xperiment meðan Silvitni fekk triðu virðisløn.
Eisini fingu áhoyrarnir á konsertini í gjár høvi at atkvøða um hvat tey hildu vera besta kórið. Flest atkvøður fekk Xperiment við Ásbjørn Berthelsen sum dirigenti.
– Kórleiðarin og tónaskaldið Kári Bæk eftir konsertina heiðrað við einum Herðaklappi. Nevndin í Kórsambandinum grundgav soleiðis fyri hesum:
Kári Bæk hevur í ein mansaldur arbeitt innan føroyskan tónleik og serliga kórtónleik. Sum kórleiðari, tónaskald og fyriskipari hevur hann ríkað tónleikalívið í Føroyum. Kári Bæk hevur verið kórleiðari í mong ár. Nevnast kunnu: Vestmanna sangkór, Cantus Borialis, Tórshavnar kamarkór og Tórshavnar manskór og Gentukórið Cantus, sum hann stovnaði saman við Joannu Johansen. Kári eigur stóran lut í menningini av kórsangi í Føroyum. Hann hevur ríkað føroyskan kórtónleik og nútíðar tónleik við hópin av verkum. Fleiri av hansara sangum eru standardverk í dag, sum nærum øll kór í Føroyum duga og syngja.
Kári hevur í meira enn 10 ár verið formaður í Kórsambandi Føroya og hevur tískil m.a. verið við til at leggja lunnar undir kórstevnuna, sum vit nú kenna hana í dag.
Kári stillaði ikki uppaftur til nevndina í Kórsambandinum á farna umboðsmannatingi.
Fyri hansara stóra arbeiði kórtónleikanum at frama ynskir nevndin í Kórsambandi Føroya at veita Kára Bæk ”Herðaklappið 2025”.