Kyndilsmenn kunnu seta flugubein við meistaraheitið nummar 31 í søguni. Men tað hevur tikið sína tíð at fáa nummar 31 í hús.
Í kvøld var 18 ára drúgva bíðitíðin síðani seinasta meistaraheitið í 2007 loksins liðug. Kyndil vann aftaná ein harðan verjudyst og spennandi fimtu uppgerð í FM-finalunum 24-23 á H71. Forloysingin var stór, tá kyndilsmenn høvdu spælt tíðina út í seinasta álopinum í dystinum.
Kyndil var á odda 10-9 í steðginum, og eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru kyndilsmenn frammanfyri við fýra málum, men H71 fekk minkað um leiðsluna, men tað eydnaðist ongantíð at koma upp á javnt.
William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Tobias Thisen skoraði seks mál.
Blaðungi Jákup Egholm var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Høgni Heinason og Brian Slyne skutu fýra mál hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##