Um nátturðatíð í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á niðaravegi í Søldarfirði. Ein bilur við tveimum fólkum í endaði av onkrari orsøk yvir í øvugtu koyribreyt, har hann rakti ein grótgarð. Hann helt fram tvørtur um eina innkoyring, har hann so aftur rendi á ein annan grótgarð. Bilurin fór runt og endaði á takinum.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at fólkini í bilinum sluppu væl, tey fingu onkrar snuddir og vórðu send á sjúkrahúsið til kanningar.
Bilførarin varð kannaður fyri rúsdrekka, men kanningin vísti, at hann ikki hevði drukkið. Løgreglan metir heldur ikki, at ferðin hevur verið serliga høg.
Hetta verður nú kannað nærri.