Bilur og skutari stoyttu saman

Ein ungur drongur fluttur á Landssjúkrahúsið

Um 8.30 tíðina í gjármorgunin fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Miðvági, har ein skutari og ein bilur stoyttu saman. Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og hevur sambært vaktleiðaranum á politistøðini møguliga fingið skaða.

Løgreglan kannaði skutaran eftir óhappið og máldi skutarar at kunna koyra alt ov skjótt, nógv oman fyri tað loyvda.

Tá tað snýr seg um prutl, sum ikki skulu koyra meira enn 30 km um tíman, sum verða kannað, so verður kannað, hvussu skjótt tey kunnu koyra, og so verður førarin dømdur út frá tí.

Í gjár kom eisini ein fráboðan um eld í einum hjalli. Tað vísti seg, at ein maður hevði fresað rimar. Tað gjørdist so heitt, at eldur kom í spønir millum skins og hold, men tey fingu sløkt eldin áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.

Í gjárkvøldið um 21 tíðina fekk løgreglan boð um, at nøkur ung gjørdu ónáðir í Steinatúni í Havn, har tey høvdu sett keylur út á vegin, sum órógvaðu ferðsluna. Tá løgreglan kom á staðið, vóru tey ungu burtur.

Seinni vóru aftur boð eftir løgregluni í miðbýnum, tá hesi ungu gjørdu ónáðir á okkurt hús í grannalagnum við millum annað at kasta egg á húsini.