Frá í morgin, 1. apríl kunnu fólk, ið eru liðug koppsett, ferðast til Føroyar uttan at fara í seks daga sóttarhald. Og í tí sambandi bjóðar Visit Faroe Islands túsund danskarum at fáa ókeypis ferðaseðil Føroyar.
Men tey skulu sjálvir rinda fyri ferðina heim aftur. Tað eru bara tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri koronu, og sum sostatt eru liðugt koppsett, sum kunnu fáa ókeypis ferðaseðil og tað skulu vera minst átta dagar síðani tey fingu ta seinnu sproytuna.
Tað eru Smyril Line og Atlantsflog, sum lata ferðaseðlarnar og tey, sum fáa ein ókeypis ferðaseðil, skulu keypa heimferðina samstundis sum tey fáa ferðaseðilin til Føroya, og tilboðið er galdandi í góðar tveir mánaðir.
Endamálið er at fáa gongd aftur á ferðavinnuna, sum annars hevur verið hart rakt av koronu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, í einum tíðindaskrivi. Nú tey, sum eru liðugt koppsett, kunnu koma higar, uttan at fara í sóttarhald, er hetta eitt gylt høvi at bjóða koppsettum dønum til Føroyar, sigur hon.
##med2##
Danskarar eru næstan helvtin av teimum útlendsku ferðafólkunum, sum koma til Føroyar. Og tey leggja dent á, at hetta er eitt tiltak, sum tey fara undir í samráð við heilsumyndugleikar. Tað er av alstórum týdningin, at vit ikki seta heilsuna hjá føroyingum í vanda, sigur Guðrið Højgaard.
Tí hava tey ráðført seg við heilsumyndugleikar, og teirra meting er, at tað er sera lítil vandi fyri, at tey, sum eru koppsett smitta onnur, og tískil er tað ráðiligt at fara undir eitt tiltak, sum hetta, siga tey í Visit Faroe Island.
Hóast fólk eru koppsett, sleppa tey kortini ikki undan at verða kannað fyri koronu tá ið tey koma, og tey skulu framvegis í sóttarhald til úrslitið av kanningini er greitt. Tey, ið ikki eru koppsett, skulu framvegis í seks daga sóttarhald og so skulu tey kannast aftur tann sætta dagin, tey eru her.
Trýst annars á pílin á myndini og hoyr stjóran á Visit Faroe Island, greiða frá tiltakinum