Bjarni og Allan skulu spæla finalur um íslendska meistaraheitið

Valur vann fimtu hálvfinaluna

Fimta og avgerandi hálvfinalan - og føroyingauppgerðin - millum liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur og liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding var leikt í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld.

 

Tað vera Bjarni og Allan, ið sleppa at royna seg í finalunum um íslendska meistaraheitið móti Fram.

 

Valur vann í kvøld 33-29 á Afturelding. Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum Valur-Afturelding hendan: 2:2, 5:4, 9:7, 12:10, 16:13, 18:16, 22:18, 23:21, 26:23, 31:26, 33:29.

 

Bjarni var toppskjútti hjá Vali við seks málum. Allan skoraði eitt mál fyri Val. Hallur skoraði eitt mál fyri Afturelding.

 

Bjarni og Allan fara nú at hugsavna seg um týdningarmiklu EM-undankappingardystirnar móti Kosovo á útivølli, og Ukraina á heimavølli. Aftaná teir dystirnar skulu teir saman við liðfeløgunum royna seg móti Fram í finalunum, har eisini verður leikt best av fimm dystum. Fram vann 3-1 á FH í hálvfinaluuppgerðunum teirra millum.