Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali standa við einum góðum møguleika at vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.
Valur vann í kvøld 34-25 á heimavølli á kroatiska liðnum, Vinkovci.
Tað stóð einki til í fyrra hálvleiki. Vinkovci legði seg á odda 6-0 áðrenn Bjarni skoraði fyrsta málið hjá Vali. Í steðginum var Vinkovci á odda 16-13.
Men í seinna hálvleiki fekk pípan eitt annað ljóð. Við betri álops- og verjuspæli, umframt fleiri bjargingum frá Bjørgvini Pálli Gústavssyni í málinum vendi Valur øllum á høvdið.
Valur vann seinna hálvleik 21-9, og harvið dystin 34-25.
Bjarni gjørdist toppskjútti hjá Vali við sjey málum. Allan var ikki millum málskjúttarnar í kvøld.
Returdysturin í Kroatia verður leiktur komandi leygarkvøld klokkan 18.
Áðrenn tað, mikukvøldið klokkan 19.30 skal Valur spæla dyst á útivølli móti ÍBV í bestu íslendsku deildini.