Børn og ung í Vági farin í sving

Vágs kommuna hevur tilboð, til børn og ung í summarfrítíðini

Mánamorgunin var nógv summarferiu tengt virksemi í Vágs Kommunu - 36 børn møttu inn til Summardagar í Vági og 35 ung møttu inn til ung í arbeiði.

 

Summarferian í skúlanum er byrjað og hetta merkis í Vágs Kommunu. Sum vanligt er, so bjóðar kommunan ungdóminum møguleika at nema sær nakrar arbeiðsroyndir í gjøgnum, ung í arbeiði. Og annað árið á rað, so skipar kommunan fyri frítíðartilboðnum, Summardagar í Vági, ið er ætlað børnum frá 1. til 4. flokk.

 

Ung í arbeiði

 

Mánamorgunin møttu 35 væluppløgdir ungdómar á kommunuskrivstovuni. Tey fingu kunning frá teknisku deild um vera í Ung í arbeiði og hvørjar uppgávurnar vóru. Aftaná vórðu tey býtt út á ymsu uppgávurnar, saman við starvsfólk frá teknisku deild. Ung í arbeiði er tær næstu tvær vikurnar og arbeiðsuppgávurnar eru at gera skúlalagið klárt til nýggja sparkivøllin, mála og reinsa ókrút framvið vegum, gøtum og annað.

 

Summardagar í Vági

 

Mánamorgunin bleiv summartilboðið Summadagar í Vági skotið í gongd. Aftur í ár er undirtøkan fyri summartilboðnum góð - 36 børn eru tilmeldaðið. Mánadagin blivu børnini deild í tveir bólkar, annar bólkurin fór í Gjógvará at spæla, meðan hin gjørdi ymsar kappingar. Á middegi býttu bólkarnir um. Børnini fingu øll karm og tá tey høvdu skift klæðir, fingu tey heitt kakao og okkurt gott til millummála.

 

Teir næstu dagarnar er ein rúgva av upplivingum á skránni. Upplivingarnar eru knýttar at grundhugsanini "Vágur sum okra spælipláss".

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##