- Eg eri farin glaður til arbeiðis hvønn dag. Eg hevði ein brennandi áhuga fyri bókum og tímdi væl føroyskt. Tað er fantastiskt, tá nakað sum byrjar sum eitt frítíðarítriv gerst títt starv, tað sigur Niels Jákup Thomsen.
Í 1996 gjørdist Niels Jákup Thomsen stjóri á Bókadeildini.
– Síðani eg gjørdist stjóri, hevur Bókadeildin fylgt alt hjá mær, tað er ikki dagur har tú ikki hugsar um okkurt, og eingin summarferia har tú hevur heilt frí, men soleiðis eigur tað at vera, hetta er eitt nøktandi starv, tí tú sært allatíð eitt úrslit.
Úrslitið eru tær mongu bøkurnar, sum Bókadeildin gevurt út á hvørjum ári. Átta ferðir um árið koma nýggjar bøkur til børn og ung í øllum aldri.
Seinastu árini hevur verið tosað um ymiskar hóttanir ímóti bókini.
– Tá vit fingu Ipaddar og annað, so tú kundi lesa talgildar bøkur, vóru nøkur spáddu, at nú var bókin deyð, men tað vísti seg slett ikki at halda, tað hava ongantíð verið prentaðar fleiri bøkur enn tað eru í dag.
Niels Jákup Thomsen heldur at Bókadeildin við sínum út gávum ger stóran mun fyri føroyska málið. út gávum ger stóran mun fyri føroyska málið.
– Kappingin um tíðina hjá børn um og vaksnum er stór, og vit fáa ikki rokkið øllum. Fyri at vit skulu røkka børnunum, er neyðugt at foreldrini spæla við. Við tað at tað koma nýggjar bøkur, so geva vit foreldrunum eitt høvi til eina góða løtu við barninum, tað gevur nærveru, tá tú lesur okkurt, og við góðum máli er hetta veruliga ein íløga í barnið. Vit hoyra ferð eftir ferð, at tað hoyrist beinanvegi á børnum sum byrja í fyrsta flokki, um tey eru so heppin, at onkur hevur prátað við tey og lisið við teimum.
Les longri samrøðu við Niels Jákup Thomsen í Sosialinum
##med2##