Tvey lið hjá føroyskum landsliðsleikarum vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á útivølli 29-25 á Aarhus. Í steðginum var tað bert eitt mál, ið skilti liðini. Tá var Keypmannahavn á odda 14-13.
Pernille var sera effektiv. Hon skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir, og hon var næstbesti málskjúttin hjá útiliðnum. Harumframt var hon eisini noterað fyri eitt upplegg til mál (assist).
Talan var um annan sigurin á rað hjá Keypmannahavn, ið er nummar seks í deildini við 26 stigum.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á útivølli greitt 22-32 (13-19) fyri næstfremsta liðnum í deildini, Ikast-Herning. Maria var noterað fyri eitt upplegg til mál.
Horsens er nummar 10 í deildini við 13 stigum. Tær hava eitt stig upp til Silkeborg-Voel, ið er á sera týðandi áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.