Nú fáa Føroyar fleiri túsund eyka skamtar av koppingarevni fyri koronu. Danska stjórnin hevur gjørt avtalu við Rumenia um at keypa yvir eina millión skamtar av Pfizer frá teimum og teir koma til Danmarkar hesa næstu tíðina.
Fróði Jcobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tey hava fingið váttan fyri úr Danmark, at eisini føroyingar fáa sín part av hesum eyka skamtunum. Sostatt verður hesir eyka skamtarnir býttir sum vanligt, so at vit fáa knappliga eitt prosent í okkara part. Tað merkir, at nú fara vit at fáa einar 10.500 skamtir eyka, afturat tí vit vanliga fáa.
Men enn er óvist, nær skamtarnir koma til Føroya, og hvussu nógvir koma ísenn. Men hann sigur, at nú fer koppsetingarbólkurin at viðgera støðuna, og at taka støðu til, hvussu farast skal fram.
Í Danmark er koppingarætlanin framskunda, so at longu síðst í august eru øll koppsett, men alt tað fer koppsetingarbólkurin nú at umrøða.
Aðrastaðni verður mælt til at díkja á við koppsetingini, og at hava so stutt ímillum fyrru og seinnu sproytuna, sum tilber. Hetta er serliga tí at tann nýggi delta-varianturin, sum smittar nógv verri enn aðrir variantar, rættiliga er farin at gera um seg, og mett verður, at einasta fyribyrging er at koppseta so nógv, sum gjørligt.