Brandur átti høvuðsleiklutin í Hólmanum

Stóru málslúkarnir vóru í skugganum, tá ið NSÍ við 5-0 sigri styrkti um sína støðu á toppinum

Tað er mentanarvika í Runavíkar kommunu, og í kvøld gav besta mansliðið í fótbólti av álvara sítt íkast til góða lagið. Við stórari og mælskari áskoðarafjøld í fylginum vann NSÍ 5-0 í Hólmanum á Eiði. Stóri sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis hevur fulla úrtøku og er topplið.

 

Eftir sjey umfør hevur NSÍ 21 stig, og tað hevur KÍ eftir 4-0 sigur í Vági í dag eisini. Málmunurin hjá NSÍ er 33-5 ella +28. Hjá KÍ er málmunurin 20-3 ella +17, og tí er tað NSÍ, sum er oddalið, nú mentanarvikan í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu er í hæddini.

 

Brandur Hendriksson Olsen hevur higartil í ár átt sín stóra lut í góðu avrikunum og fínu úrslitunum. Hann hevur verið soælskipari.

 

Tað var Brandur eisini í kvøld, hóast hann fór av vøllinum, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Og so var hann trífaldur málskjútti. Hann skoraði fyri fyrstu ferð hattrikk í bestu føroysku deildini. Heilt sjáldsamt var tað, at hinir menninir, sum plaga at skora flestu málini hjá NSÍ – Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen – ikki vóru millum málskjúttarnar. Klæmint var á vøllinum alla tíðina, meðan Petur Knudsen fór av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

 

Tølini siga, hvussu stórur munur tað var á liðunum, og at hetta á ongan hátt var dagurin hjá EB/Streymi. NSÍ hevði 10 royndir ímóti málinum, sum Jóannes Eyðfinsson Davidsen vardi, meðan heimaliðið hevði onga roynd ímóti málinum, sum Kristian Joensen vardi.

 

Seks royndir hjá NSÍ fóru framvið heimamálinum, meðan bólturin einaferð fór framvið NSÍ málinum. NSÍ vann 12 hornaspørk, og EB/Streymur vann tvey hornaspørk.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0, og Brandur H. Olsen skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Annað við fluktskoti og hitt við rimmar frísparki.

 

Hassou Diaby Ndiaye var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, og smáar tíggju minuttir eftir steðgin var hann fyri fyrstu ferð málskjútti. Jasper Van Der Heyden staðfesti 5-0 sigurin.

 

Í næsta umfari fara bæði EB/Streymur og NSÍ í Gundadal

 

Um eina viku fer NSÍ við stórum sjálvsáliti at vitja HB.

 

Hjá EB/Streymi snýr tað seg um at gloyma tað, sum í dag gekk fyri seg í Hólmanum, áðrenn B36 verður mótstøðuliðið í Gundadali.

 

Dysturin millum B36 og EB/Streym verður leygardagin klokkan 16.30 og tann millum HB og NSÍ verður klokkan 19.30.

 

 

 

EB/Streymur – NSÍ 0-5 (0-2)

 

0-1: Brandur Hendriksson Olsen 14.

 

0-2: Brandur Hendriksson Olsen 26.

 

0-3: Hassou Diaby Ndiaye 54.

 

0-4: Brandur Hendriksson Olsen 66.

 

0-5: Jasper Van Der Heyden 86.

 

Dómari: Eiler Rasmussen