Tað er bara ein brøkpartur av øllum teimum, sum koma til Føroya, sum halda tilmælini um lata seg kanna umaftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í fýra dagar. Tað vísa hagtøl hjá Heilsumálaráðnum.
Øll, sum koma til Føroya verða staðiliga biðin um at lata seg kanna umaftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í fýra dagar. Talan er ikki um eitt krav, bara um eitt tilmæli. Men hagtølini vísa, at hetta er eitt tilmæli, nógv tey flestu, sum koma til Føroya, floyta á. Hagtølini vísa nevniliga, at hesar seinastu vikurnar hava tað bara verið umleið ein triðingur av teimum, sum eru komin til Føroya, sum lata seg kanna umaftur tá ið tey hava verið her í fýra dagar.
Hagtølini, sum ganga fram til 18. juli, vísa, at fyrr í ár var tað ein lutfalsliga stórur partur av teimum, sum komu til landið, sum lótu seg kannað aftur tá ið tey høvdu verið her í fýra dagar.
Men síðani á páskum er líkasælan farin at breiða seg av álvara, tí tá fóru tølini at rapa niðureftir. Og hesar seinastu mánaðirnar, síðani síðst í apríl, eru tað bara ímillum 28 prosent og 40 prosent av teimum, sum eru komin til Føroya, sum lata seg kanna umaftur, tá ið tey hava verið her í fýra dagar. Fyrr var tilmælið at tey skuldu kanna seg umaftur tá ið tey høvdu verið her í seks dagar.
Og hetta er støðan, hóast landslæknin staðfesti í KvF í gjár, at vit hava verið bombarderað við fólki, sum koma smittað til landið við flogfari.
Hetta merkir, at talið á teimum, sum eru í Føroyum, uttan at lata seg kanna umaftur tann fjórða dagin, er rættiliga stórt. Tølini vísa nevniliga, at frá 5. juli til 18. juli, komu yvir 9.000 fólk til Føroya, men bara eini 3.300 hava latið seg kanna umaftur, tá ið tey høvdu verið her í fýra dagar.
##med2##
Talvan oman fyri vísir, hvussu nógv av teimum, sum koma til Føroya, lata seg kanna umaftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í fýra dagar. Tann grøna linjan vísir, hvussu stórur prosentpartur av teimum, sum koma til Føroya, lata seg kanna umaftur og sum tað sæst, er líkasælan av álvara farin at breiða seg síðani á páskum
Annars varð stúrt fyri, hvussu tað fór at vera á jólum, tá ið nógv lesandi uttanlands fóru at koma heim í jólafrí, men hagtølini vísa, at tá vóru tað upp í 75 prosent av teimum, sum komu, higar, sum lótu seg kanna umaftur tann fjórða dagin.
Heilsumálaráðið ger vart við, at parturin av teimum, sum er kannaður umaftur, er kanska eitt sindur størri enn talvan vísir. Ein orsøk til tað kann vera, summi fara av landinum aftur, áðrenn tey hava verið her í fýra dagar. Ein onnur orsøk kann vera, at nakrir sjúklingar verða kanska kannaðir í sjúkhúsverkinum í samband við at tey hava verið í Danmark í sjúkraørindum. Men heilsumálaráðið sigur, at munurin er ikki so stórur, at tað broytir heildarmyndina nakað sum helst.