Breiðablik megnaði ikki at taka oddasessin frá Víkingi

Breiðablik tók ikki av í dystinum móti Akranesi

Tað eru liðini hjá Gunnari Vatnhamar og Patriki Johannesen, Víkingur Reykjavík og Breiðablik, ið saman við Vali manna oddin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld hevði Breiðablik møguleikan - uttan Patrik á vøllinum - at taka oddasessin frá Víkingi, men á heimavølli á Kópavogsvøllinum snávaðu teir.

 

Breiðablik megnaði bert javnleik 1-1 móti Akranesi. Tað kravdi enntá eitt brotsspark seint í dystinum hjá Breiðablik at tryggja eitt stig.

 

Breiðablik-Akranes 1-1 (0-0)

0-1 Marko Vardic ('58)

1-1 Höskuldur Gunnlaugsson ('82, br.)

 

Víkingur er sostatt framvegis oddalið við 27 stigum. Breiðablik hevur 26 stig og Valur hevur 25 stig. Akranes á fjórða plássinum hevur 17 stig.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur á útivølli móti Stjörnuni. Kvøldið eftir klokkan 20.15 spælir Breiðablik á útivølli móti FH.