Burn: Brotskastsbjarging tryggjaði H71 sigurin í seinasta sekundinum

H71 og Kyndil spæla aðru FM-finaluna í Hoyvíkshøllini komandi hóskvøld

Tilgjørd mynd: HSF

H71 hevur fyrimunin í FM-finaluuppgerðunum móti Kyndli. 

 

H71 vann í kvøld fyrstu av møguliga fimm finalum í høllini á Hálsi. Málverjarnir komu í fokus seinastu løtuna. Fyrst var tað Tórður Guttesen, ið við duppultbjarging helt Kyndli inni i dystinum við støðuni 29-28 til H71, og bert 10 sekund eftir á klokkuni. Tað eydnaðist Kyndli at vinna sær eitt brotskast í seinastu sekundunum, og so fekk William Skovsager møguleikan at tryggja Kyndli longda leiktíð, men Tóraldur Kollsker hevði eina rimmar bjarging, og so kundu hoyvíkingar stórfegnast.

 

Tað leikaði javnt á allan dystin, og í seinna hálvleiki vóru ongantíð meir enn tvey mál á muni. Í steðginum var Kyndil á odda 13-12. Kyndil var eitt skiftið í fyrra hálvleiki á odda 9-5 áðrenn H71 veruliga stemplaði inn í dystin.

 

Toppskjúttar hjá Kyndli: Tobias Thisen 10, William Skovsager 7, David Edvardsen 3.

 

Toppskjúttar hjá H71: Høgni Heinason 8, Jákup Egholm 5, Brian Slyne 4, Helgi H. Hoydal 4. 

 

Onnur FM-finalan verður spæld í Hoyvíkshøllini komandi hóskvøld klokkan 20. Spælt verður best av fimm dystum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá fyrstu FM-finaluni:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Tilgjørd mynd: HSF