Tað vera fimm FM-finalur í Burn Mansdeildini.
Fjórða FM-finalan í Hoyvíkshøllini endaði við 34-31 sigri til H71. Leygarkvøldið klokkan 18 tekur Kyndil ímóti H71 í fimtu og avgerandi finaluni í høllini á Hálsi.
H71 var á odda 34-25 við seks minuttum eftir á klokkuni. Kyndil slapp at pynta seinastu løtuna, men restina av dystinum hevði H71 meir ella minni greiða yvirvág. Tá 24 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda 17-9. Í steðginum var H71 á odda 19-13. Í seinna hálvleiki minkaði Kyndil til 19-23, men so dróg H71 frá aftur.
Brian Slyne var við heili 13 málum stórskjútti hjá H71, og hann var ein sann marra hjá kyndilsverjuni allan dystin. Tobias Thisen var við 12 málum eisini stórskjútti hjá Kyndli.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##