Burn: Kyndil vann á Neistanum

Mansliðið hjá Kyndli gjørdi kvinnunum kunstin eftir

Savnsmynd

Eisini í Burn mansdeildini var fyrsti landskappingardysturin ein uppgerð millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi.

 

Eins og hjá kvinnunum eydnaðist tað kyndilsmonnum at vinna á Neistanum.

 

Kyndil vann dystin 29-24. Í steðginum var Kyndil á odda 14-11.

 

Tá 49 minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan javnleikur 22-22, men seinastu 11 minuttirnar var Kyndil omaná.

 

Hóri Reginsson var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Savnsmynd