So er mansliðið hjá Kyndli loksins aftur at finna í FM-finalunum í Burn mansdeildini, har teir skulu takast við H71.
Tað eydnaðist Kyndli at vinna seg í FM-finalurnar við minsta marginali.
Kyndil vann í triðju avgerandi FM-hálvfinaluni í høllini á Hálsi í Havn 41-40 á StÍF. Sostatt vann Kyndil ein samlaðan 2-1 sigur í hálvfinaluuppgerðunum.
Tað var bara javnleikur allan vegin til endan. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 29-29, og aftaná longda leiktíð tvær ferðir fimm minuttir stóð á jøvnum 37-37.
Í brotskastskappingini setti Kyndil fýra av fýra brotskøstum í netið, meðan StÍF brendi tvey av fimm brotskøstum, og so endaði tað samlað við einum 41-40 sigri til Kyndil, ið tapti hálvfinaluna í steypakappingini fyri VÍF á líknandi hátt.
Kyndil hevur ikki vunnið FM hjá monnum síðani 2007. Teir eru annars søguliga fremsta liðið við 30 FM-heitum. Síðani 2009 hevur H71 vunnið átta FM-heiti.
Strandingar mugu taka til takkar at spæla bronsudyst móti VÍF aftaná eitt sera ærufult avrik í hálvfinalunum.
William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Tobias Thisen skoraði níggju mál fyri Kyndil.
Martin Toftanes Danielsen var við seks málum toppskjútti hjá StÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 3. FM-hálvfinaluni millum Kyndil og StÍF:
##med2##