Burturvístur á skeinkistaði

- Ein bilførari er eisini tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan

- Ein persónur varð burtuvístur á einum skeinkistaði í Havn í gjárkvøldið, tí viðkomandi var til ampa fyri onnur.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Eitt annað mál, sum hevur verið í nátt, er, at ein bilførari er tkin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring á Streymoynni.

 

- Annars hevur samdøgrið verið friðarligt, og tað var heldur ikki so nógv fólk í býnum í Havn, sigur vaktleiðarin.