Martin var aftur millum málskjúttarnar

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti av Svangaskarði og aftur í barndómsfelagið, var Martin Klein Joensen í dag málskjútti

Fyrr í vikuni var tað vónbrot bæði í Víkingi og KÍ, at tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari í Europa. Eftir at hava vunnið á heimavølli í síðstu viku, bóru tap á útivølli hóskvøldið við sær, at leikluturin hjá Víkingi og KÍ í Europa er av á hesum sinni.

 

Í dag hittust næstbestu liðini hjá Víkingi og KÍ í góðveðrinum uppi á Brekku í Leirvík.

 

Víkingur vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Hetta var triði dysturin millum grannarnar í ár. Í fyrsta dystinum vann Víkingur á heimavølli 3-1 og eftir kæru um dyst hjá besta KÍ liðnum varð úrslitið broytt til 3-0 víkingasigur. Hetta var 5. apríl, og 6. august vann KÍ 3-1 á heimavølli.

 

Málið í fyrra hálvleiki í dag skoraði Rani Hansen í 36. minutti. Hann er toppskjútti hjá Víkingi við 14 málum, og tað er bara Simon Jørgensen hjá Skála (15), sum hevur skorað fleiri mál enn Rani.

 

13 minuttir undan leikloki økti Martin Klein Joensen um munin til 2-0. Hetta var fyrsta málið hjá Martini, síðani hann í summarsteðginum flutti úr B68 og aftur til barndómsfelagið í Sarpugerði. Tveir minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Sigmund Hansen á Líðarenda 3-0 heimasigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Sigmundi í næstbestu deildini í ár.

 

Á liðnum hjá Víkingi vóru sjey spælarar, sum fyrr í vikuni vóru í Belfast, har teir alla tíðina sótu  á beinkinum. Teir vóru málverjin Hans Jákup Arngrímsson, Bjørn Bjarkhamar, Martin Klein Joensen, Jákup Martin Jarnskor, Páll Eirik Djurhuus, Jósef Ólavsson og Rani Hansen.

 

Á liðnum hjá KÍ var Dávid B. Andreasen í fyrra hálvleiki. Hóskvøldið varð hann skiftur inn í Ungarn. Páll Müller og Latif Ahmed vóru í dag á KÍ liðnum. Hóskvøldið vóru teir á beinkinum í Ungarn. Robert Williams, sum í dag varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, var á beinkinum í Ungarn.

 

Víkingur er á fimta plássi við 25 stigum. Næstu vikuna fer Víkingur tvær ferðir at spæla ímóti B71. Mikukvøldið verður talan um útsettan dyst á Sandi, og leygardagin verður B71 gestur uppi á Brekku í Leirvík.

 

KÍ er á sætta plássi við 20 stigum. Næsti dystur hjá KÍ verður leygardagin um eina viku á útivølli ímóti AB.