Í kvøld klokkan 18 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum HB og 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Fyrr í ár hevur HB á tveimum sinnum vunnið 2-1 á 07 Vestur í landskappingini.
HB er nummar trý í deildini við 41 stigum. 07 Vestur er aftast við bert sjey stigum.
HB hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,08 og 1,14.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,50 og 8,00.
Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 10,00 og 17,00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##