Eitt føroyskt ferðalag fór í gjár niðan á Reynsatind í Vágum, men á hagatúrinum var tað so óheppið, at eitt av ferðafólkunum, sum var farið nakað burtur frá hinum, viltist.
Hesa løtu var mjørkaveður uppi í hæddini.
- Tá ferðalagið ikki fann mannin aftur, og hann heldur ikki fann ferðalagið, fingu vit eina fráboðan, sigur løgreglan, sum sendi tyrluna avstað at leita.
Men, í mjørkanum gjørdist ikki nógv hjá tyrluni, men Vága Bjargingarfelag var eisini við í leitingini.
- Tilbúgvingin í Føroyum virkar fantastiska væl. Ein skipan er eisini, har boð kunnu sendast á telefonina hjá fólki, sum eru í neyð, um samband er, og tey vita telefonnummarið.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at henda skipan varð brúkt í gjár, og tað eydnaðist at fáa nágreiniligu knattastøðuna hjá manninum, sum var horvin.
- Tá tað soleiðis gjørdist greitt, hvar maðurin var, varð Vága Bjargingarfelag sent avstað, og tað eydnaðist at finna mannin í øllum góðum.
Vaktleiðarin sigur, at maðurin var væl fyri, og her var ongantíð nakar vandi á ferð.
- Eg má bara staðfesta, at vit tíbetur hava eina fantastiska og vælskipaða tilbúgving í Føroyum, og hetta vísti hendingin í gjár eisini, har alt tíbetur spældi væl av, sigur løgreglan.