Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava kolldømt býráðsamtyktina frá 24 okt. 2024, sum segði, at turistar skulu rinda fyri at koyra við skattafíggjaðu Bussleiðini.
Meðan t.d. arbeiðsmaðurin og vaskikonan stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, skulu tey nú eisini rinda fyri, at rík ferðafólk kunnu koyra uttan at gjalda fyri Bussleiðina. Tey stríðast hvønn dag og standa og hyggja eftir teimum ríku ferðafólkunum, sum koyra og stuttleika sær fyri skattgjaldarans pening. Tey hava ikki ráð at ferðast, tí tey skulu rinda fyri teir ríku turistarnar.
Tað, sum er merkisvert er, at tey í Javnaðarflokkinum, sum tóku undir við samtyktini frá 24. okt 2024, eru nú ímóti hesum - enn eitt dømi um ein vingluttan flokk, sum rekur politikk sum vindarnir blása og verður stýrdur av Tjóðveldisflokkinum fult og heilt, eins og í Løgtinginum.
Enn ein ringur dagur fyri skattgjaldaran í Havn og vinnuna, sum hevði glett seg til hesa broyting at sleppa at koyra ferðafólk og tjena til dagligt breyð - men nei.
Elsa Berg og Co, vilja ikki vinnuni væl. Øll cruse-skip til Runavíkar hevur hon boðað frá, og vinnan í høvuðsstaðnum skal ikki tjena pengar uppá turistar, men skattgjaldarin skal rinda fyri tey ríku ferðafólkini.
Elsa Berg og Co hevur eisini telvað Tórshavnar kommunu heilt út í myrkrið í kommunalum høpi - Kommunufelagið - Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og so seinast í SEV-stýrinum.
Elsa Berg hevur sent høvuðsstaðin út í myrkrið - og hettar er bara byrjanin hjá sitandi býráðsmeiriluta - Gud viti, hvat tað næsta verður.
Enn ein ringur dagur fyri skattgjaldaran.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur