Champions League: Aalborg-Füchse Berlin beinleiðis á DR 2

Seinna fjórðingsfinalan millum Aalborg og liðið hjá Hákuni West av Teigum byrjar klokkan 17.45

Mynd: Ritzau Scanpix

Klokkan 17.45 í kvøld mugu hondbóltsáhugaðir føroyingar velja. Antin hyggja tey eftir aðru FM-finaluni SMS-deildini millum H71 og Kyndil á HSF-stroymingini, ella fara tey at hyggja eftir liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spæla fjórðingsfinalu í Champions League á útivølli móti Aalborg.

 

Til ber at síggja dystin millum Aalborg og Füchse Berlin beinleiðis á DR 2.

 

Hákun og liðfelagarnir vunnu á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 37-29 (14-15) á Aalborg í fyrru fjórðingsfinaluni. Men í altjóða hondbólti er stórur munur á útivølli og heimavølli, og tí fáa Hákun og liðfelagar hansara ein rættiliga strævnan dyst í Aalborg. Í fyrru fjórðingsfinaluni skoraði Hákun sjey mál upp á átta málroyndir.

 

Mynd: Ritzau Scanpix