Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin spældi í kvøld fyrsta dystin í bólki A í Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin.
Frammanfyri 7.000 áskoðarum tapti Füchse Berlin 31-32 fyri ungarska liðnum, Veszprém. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Hákun fekk ongan leiklut í hesum dystinum. So tað fyrsta málið hjá honum í Champions League má bíða nakað enn.
Vónandi býðst høvið komandi mikukvøld klokkan 19.45. Tá spælir Füchse Berlin á útivølli móti Eurofarm Pellister í Norðurmakedonia.
Longu sunnudagin skal liðið hjá Hákuni aftur í eldin. Tá hava teir heimadyst í bundesliguni móti Leipzig.