Fyrrapartin spældu KÍ-kvinnurnar dystin um triðja plássið í Champions League undankappingini millum, KÍ, Benfica, Sarajevo og FC Nordsjælland, ið verður avgreidd í Bosnia Hersogovina.
Dysturin í dag var móti FC Nordsjælland, ið var risastórur favorittur at vinna dystin.
KÍ stóð seg heiðurliga í dag við einum 0-2 tapi, har KÍ hevði tvær royndir innanfyri málrammurnar hjá FC Nordsjælland. Danska liðið hevði tó níggju royndir innanfyri málrammurnar. KÍ hevði bóltin 43 prosent av tíðini.
Fyrr í vikuni tapti KÍ 0-3 fyri Sarajevo.
Klokkan 16 í dag spæla Sarajevo og Benfica um rættin at vinna seg víðari í kappingini.
KÍ-kvinnurnar hava ikki vunnið ein dyst í einari Champions League undankapping síðani 2017, Tá vann KÍ 6-1 á Tiverija úr Norðurmakedonia.