Í nátt føroyska tíð spældu Chile og Peru javnleik 0-0 í innleiðandi bólki A í Copa America kappingini, ið er í USA í hesum døgum.
Í dystinum í Arlington í Texas var eitt serligt met sett.
Landsliðsmálverjin hjá Chile, fyrrverandi FC Barcelona, Real Sociedad og Manchester City, og núverandi Betis málverjin Claudio Bravo setti eitt serligt met.
Í sínum landsdysti 148 fyri Chile var Claudio Bravo 41 ár og 69 dagar gamal, og er hann sostatt tann elsti leikarin nakrantíð, ið hevur spælt ein dyst í Copa America kappingini.
Í júst sama dysti gjørdist liðskiparin og toppskjúttin hjá Peru, Paolo Guerrero við sínum 40 árum og 322 døgum næstelsti leikarin nakrantíð, ið hevur spælt ein dyst í Copa America kappingini.
Soleiðis bleiv ein 0-0 javnleikur kortini áhugaverdur.
Gamla aldursmetið var frá 1997. Landsliðsmálverjin hjá Bolivia, Carlos Trucco var 39 ár og 322 dagar gamal tá hann vardi bolivianska málið í dysti móti Brasil.
Eitt annað Copa America var sett í bólki A dagin fyri Chile og Peru møttust. Argentina vann 2-0 á Kanada. Dysturin var nummar 35 hjá Lionel Messi í Copa America kappingini, og so nógvar dystir hevur eingin leikari spælt í Copa America kappingini.