Í kvøld hava Portugal og Kroatia spælt dyst í bólki 1 í deild A í Nations League á Estadio de Luz í Lissabon.
Í 34. minutti av dystinum var søga skrivað. Tá skoraði 39 ára gamli, Cristiano Ronaldo sítt kappingarmál nummar 900, tá hann økti til 2-0 til Portugal. Talan var um mál nummar 131 Ronaldo hevur skotið fyri Portugal. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið.
Tey 900 kappingarmálini, ið Cristiano Ronaldo hevur skotið fordeila seg soleiðis:
450 fyri Real Madrid.
145 fyri Manchester United.
131 fyri Portugal.
101 fyri Juventus.
68 fyri Al Nassr.
5 fyri Sporting Lissabon.
Cristiano Ronaldo stillar neyvan gaggurnar fyrrenn hann hevur rundað tey 1.000 málini.