18 fólk afturat eru løgd inn á sjúkrahús í Danmark. Tað vísir dagliga uppgerðin frá Statens Serum Institut.
Tilsamans eru 110 innløgd á sjúkrahús við koronuvirus við koronuvirus. Tað er hægsta talið av innløgdum síðani síðst í mai mánaði. Seinast tað vóru 110 innløgd var 28. mai.
Talið av nýggjum innløgdum skal takast við nøkrum fyrivarnum, tá talan kann vera um seinkingar í tølunum.
Samlað er talið av innløgdum á sjúkrahús hækkað við 15 síðani seinastu uppgerð í gjár. Tað er tí, at tað síðani tá eisini eru persónar, sum eru útskrivaðir.
Seinasta samdøgrið eru skrásett 435 nýggir smittutilburðir av 49.143 royndarsvarum.
Eingin er deyður við koronu seinasta samdøgrið.
Tilsamans eru 27.072 persónar váttaðir smittaðir, síðani koronuvirus fór at ganga í Danmark.
/ritzau/