Tað er danski statskassin, sum rindar fyri, at føroyingar verða koppsettir fyri Koronu. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindinum á FM1 nú á miðdegi.
Hann segði, at danska stjórnin hevur víst føroyingum tað beinasemi at teir rinda fyri koppingarevnið, sum verður sent til Føroya, men so syrgja vit í Føroyum sjálvi fyri at fólk verða koppsett og rinda fólkinum í heilsuverkinum løn fyri tað.
Men hann heldr, at tað týdningarmikla er, at vit nú verða koppsett, so at vit aftur kunnu fáa eina tilvøru, sum er nøkunlunda vanlig, sigur løgmaður.
– Eg gleði meg til at vit aftur kunnu fáa eitt vanligt lív, so at vit kunnu klemma okkara kæru. Tað leingjast vit øll eftir, segði Bárður á Steig Nielsen við FM1.
Vit hava áður skrivað, at kann kosta einar sjey milliónir at koppseta føroyringar: Les meiri um tað her: So nógv kosta tær ymsu vaksinurnar.