Dávid er seldur til Torino

Tað boðar HB frá í dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Reynheim (t.v) í dysti móti KÍ fyrr í ár

Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A. Fíggjarligu viðurskiftini í samband við skiftið verða ikki almannakunngjørd, men hetta er ein avtala, sum vit í HB eru væl nøgd við, sigur ítróttarstjórin, Símun Samuelsen, við heimasíðuna hjá HB.

 

– Tað er ikki soleiðis, at vit nú fara at seta allar okkara leikarar til sølu, og aktivt royna at finna teimum nýggj feløg. Men vit eru greið yvir, at vit hava nakrar leikarar, sum ynskja tað sama sum Dávid. Nakrir heilt ungir, men eisini verandi leikarar í Betri-hópinum, hvørs ambitiónir vit vilja lofta á sama hátt sum við Dávidi. Tá eg sigi sama hátt, so merkir tað, at vit fara í ein dialog við leikaran, soleiðis at vit avstemma hvat vit vænta av leikaranum, og hvat leikarin kann vænta av okkum, sigur Símun Samuelsen.

 

Tað var In.fo, sum fyrst skrivaði at Dávid Reynheim fór til Torino.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dávid Reynheim (t.v) í dysti móti KÍ fyrr í ár