Hóast samgonga og andstøða látast ósamd, so eru ikki tær stóru ósemjurnar at hoyra um at hækka pensjónsaldurin. Andstøðan ger sær dælt av, at samgongan situr við apuni.

70 ára pensjónsaldur kostar okkum 1,5 millión krónur í part

Oddagrein: Tað er strævið at vera politikari. Tú verður við­hvørt noyddur at lurta, og so eisini at standa til svars fyri tínar avgerðir.

Hóast samgonga og andstøða látast ósamd, so eru ikki tær stóru ósemjurnar at hoyra um at hækka pensjónsaldurin. Andstøðan ger sær dælt av, at samgongan situr við apuni.

Men politikarar eru ikki altíð so tíð­inda­fróðir. Teir tíma væl at snakka nógv, fyri ikki at siga møsna – um fjant og fjas, meðan fólk lurta. Men teir vilja ella duga ikki altíð so væl at greiða frá í smá­lut­ir um stór mál og ætlanir, sum teir fá­ast við.

 

Eitt slíkt mál er málið um at hækka pen­sjóns­ald­u­r­in til 70 ár. Brádliga er tað blivið alfa og omega, at vit øll skulu arbeiða til vit eru 70. Tað sigur Búskaparráðið, og tað hev­ur Bú­skap­ar­ráð­ið sagt í nógv ár. Tað siga ar­beiðs­gev­ar­ar eisini sum rósa pol­it­ik­ar­um fyri at tora at taka avgerðir. Og tað sigur Lands­bank­in eisini, hvørs nevnd annars er Bú­skap­ar­ráð­ið. Landsbankin sigur eisini – eins og Bú­skap­ar­ráð­ið, at tað er púra ørt at gera Suð­ur­oy­ar­tunn­lin, tí hann kostar alt for nógv og oyðileggur okkum bú­skap­in. Men tað tosa politikararnir minni um.

 

Og tað er ikki av ongum, at Søren Kierkegaard segði, at »fjøldin er býtt«. Vit eru býtt, í øllum før­um tá tað kemur til pensjónir. Eingin kennir sína pensjón, og eingin hevur áhuga fyri at tosa um pensjón, fyrr enn tað er ov seint. Og tey flestu hava ikki ánilsi fyri hvønn týdning tað hevur, sum landsstýrið hevur ætlanir um at gera.

 

Tað at hækka pensjónsaldurin, tað hevur sjálvandi ein prís. Ein fíggjarligan prís fyri hvønn einstakan okkara. Tað er lætt nokk at rokna út, hvat vit kunnu fáa í fólkapensjón og hvat vit fáa í sam­haldsfasta. So er tað líka okk­ara privata pensjón, sum kann vera eitt sind­ur tricky, tí tað er ymiskt, sum vit hava gold­ið inn. Men sambært út­rokn­ingum hjá Fakfelagssastarvinum, so hev­ur ein persónur, sum tjernar 30.000 krón­ur um mánaðin rætt til 200.000 krónur í egin­pen­sjón, 92.000 í fólkapensjón og 77.000 krónur í sam­halds­fasta. Hetta missir hann tað árið hann er 67, 68 og 69 – og hann skal gjalda meira hinvegin í skatti og arbeiðsmarknaðargjøldum – ella tilsamans hálva aðru mill­i­ón krónur.

 

Tá floksforfólkini týskvøldið á kjak­fundi hjá Fak­fel­ags­sam­starv­inum vórðu spurd, hvussu stóra upphædd hvør ein­stak­ur miss­ir í egnari pensjón, sum viðkomandi sjálv­ur hevur spart sær upp, so vildi ella dugdi eingin teirra at siga tað.

 

Tí tað ljóðar nógv, at tað kostar einum van­lig­um løn­mót­tak­ara hálva aðru millión krón­ur í mistum rættindum at hækka pen­sjóns­ald­ur­in til 70 ár. Kanska vit skuldu havt eitt longri kjak um hetta, so fólkið kundi sagt sína hugsan.

 

Hóast samgonga og andstøða látast ósamd, so eru ikki tær stóru ósemjurnar at hoyra um at hækka pensjónsaldurin. Andstøðan ger sær dælt av, at samgongan situr við apuni.